2012.10.11 Viðtøkur

 

Viðtøkur
Fyri føroyskt-íslendskt handilskamar

 

§1
Navnið á felagnum og heimstaður

Navnið á felagnanum er ”Føroyskt-Íslendskt Handilskamar”. Heimstaðurin hjá felagnum er hjá Íslands Handilskamar í Reykjavík

 

§2
Endamál og uppgáva

Endamálið hjá felagnum er at styrkja handil og búskaparligt samstarv millum hesi lond. Felagið sóknast eftir at samstarva við feløg í Íslandi og Føroyum, ið sita við líknandi uppgávum. Til at fremja hetta endamál vil felagið hava upplýsandi fundir, ráðstevnur, og breiða út kunning um vinnulívið, íløgu- og handilsmøguleikum í Føroyum og á Íslandi.

Tíðindabræv um virksemi skal sendast ú t minsta lagi tvær ferðir um árið.

Felagið vil harafturat arbeiða fyri áhugamálini hjá limunum yvirfyri mynduleikunum í Føroyum og í Íslandi.

 

§3
Limir

Limir kunna vera persónar, virkir og stovnar í Íslandi ella í Føroyum, sum vilja fremja endamálið hjá felagnum. Hvør limur hevur eina  atkvøðu, tá fundir er hjá felagnum. Atkvøðurættur fellur burtur, um limagjaldið ikki er goldið. Útmelding frá felagnum skal vera skrivlig og roknast frá byrjan av næsta rokniskapsári. Nevndin  kann burturvísa limir, um teir arbeiða ímóti endamálinum hjá felagnum.

Luttakarir á aðalfundinum kunna velja heiðurslimir  Heiðurslimir hava atgongd til fundir hjá felagnum, men hava ikki atkvøðurætt.

 

§4
Búskapur

Virksemið hjá felagnum verður fíggjað av limagjøldunum, ið verða ásett á aðalfundinum eftir uppskot frá nevndini.

Luttakarar á aðalfundinum velja sínamillum tveir grannskoðarar til at grannskoða og vátta rokniskapin hjá felagnum. Rokniskaparárið hjá

felagnum er frá 1. april til 31. mars.

 

§5
Nevnd

Í nevndin í felagnum eru 10 limir, ið verða valdir á aðalfundinum. Formaðurin verður valdur á aðalfundinum. Nevndin gevur fulltrú til tann, sum hevur ábyrgdina av dagliga arbeiðinum hjá felagnum.

 

§6
Nevndarfundir

Formaðurin innkallar til nevndarfund. Hevur formaðurin forfall er næstformaður í hansara stað.

Nevndarfundurin er viðtøkuførur, um minsta lagi fýra nevndarlimir luttaka. Um tað stevnur á jøvnum, tá atkvøtt verður, er atkvøðan hjá

formanninum ella við forfall, næstformaður, avgerðandi.

 

§7
Tekning

Formaðurin ella tann, sum hevur fulltrú teknar felagið.

 

§8
Aðalfundur

Aðalfundur hjá felagnum skal verða á hvørjum ári innan endan av oktober mánað. Innkalling til aðalfund saman við dagsskrá verður send limunum 14 dagar áðrenn aðalfundin.

Skrá:

1. Val av fundarstjóra og skrivari

2. Frágreiðing frá nevndini

3. Ársrokniskapur

4. Lógarbroytingar

5. Val av a. formanni og b. aðrir nevndarlimir

6. Val av grannskoðarum

7. Áseting av limagjaldi

8. Ymiskt

 

§9
Fundir

Almennu fundirnir skula fráboðast skrivliga við hóskandi tíðarfreist.

 

§10
Broyting av viðtøkum

Lóg felagsins kann bert broytast á einum aðalfundi. Uppskot til lógarbroytingar skula leggjast fram av nevndini í minsta lagi tríggjar vikur

áðrenn aðalfundin. Øll uppskot um broyting av lóg felagsins skulu sendast út saman við innkallingini til aðalfundin og skal vera undirritaði av uppskotsetarinum/unum. Tað sama er galdandi um avtøku av felagnum. Avgerðin um lógarbroyting, ella avtøku av felagnum skal samtykkjast við fleirtali av atkvøðunum á aðalfundinum. Verður felagið avtikið, skulu ognir felagsins latast til feløg ella stovnar, sum hava til endamáls at fremja handilssamstarv millum Føroyar og Ísland.