Um FĂIS

Føroyskt-Íslendskt Handilskamar (FÍH)

Endamálið hjá felagnum er at styrkja handil og búskaparligt samstarv millum hesi lond. Felagið sóknast eftir at samstarva við feløg í Íslandi og Føroyum, ið sita við líknandi uppgávum. Til at fremja hetta endamál vil felagið hava upplýsandi fundir, ráðstevnur, og breiða út kunning um vinnulívið, íløgu- og handilsmøguleikum í Føroyum og á Íslandi.

Endamál ráðsins er að menna og røkja vinnuligt samstarv millum Føroya og Íslands og at víðka samstarvið innan útbúgving, mentan og stjórnmál.

Ráðið er netverk hjá fyritøkum, stovnum og einstaklingum og markamót fyri samskifti við myndugleikar.

Ráðið er miðdepil fyri opnum orðaskifti um, hvussu best er at vaksa um samhandilin millum Føroya og Íslands.

Ráðið kunnar um viðurskifti, sum týdning hava fyri samhandilin millum Føroya og Íslands, t.d. vitan, royndir, ætlanir og hugsan í báðum londum.

Ráðið skipar fyri fundum og ráðstevnum um mál og evni, ið viðkoma báðum londum.

Ráðið verjir vinnuligu áhugamál limanna og umboðar tey í mun til føroyskar og íslendskar myndugleikar.

 

Stjórn ráðsins:

Gunnar Karl Guðmundsson  - FORMAÐUR

á Íslandi:

Gísli Gíslason, Faxaflóahafnir sf.
Guðmundur S. Ragnarsson, Arionbanki
Haukur Ómarsson, Landsbankinn
Ingvar Már Gíslason, Norðlenska matborðið ehf.
Varamenn
Þorgeir Baldursson, Kvos hf.
Hjálmar Waag Árnason, Keilir                                                   

á færeyum: 
Jóhanna á Bergi, Atlantic Airways 
Debes Petersen, P/F Kemilux industri 
Marita Rasmussen, Vinnuhúsið
Baldvin Hardarson, Hitamyndir P/F